Tørvur á 155 sosialráðgevum í Grønlandi

Tørvur á 155 sosialráðgevum í Grønlandi
Bara 77 útbúnir sosialráðgevar eru í starvi í teimum fimm kommununum
Stórur tørvur er á sosialráðgevum í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
01.02.2022 - 09:05

Nýggj kanning vísir, at brúk er fyri 155 sosialráðgevum í Grønlandi.

Grønlendska sosialráðgevarafelagið, Niisip, hevur kannað støðuna hjá sosialráðgevum í teimum fimm kommunum í landinum, og støðan er, at av teimum 231 størvunum sum sosialráðgevi í kommununum, eru bert 77 útbúnir sosialráðgevar í starvi.

Sosialráðgevarafelagið mælir nú landsstýriskvinnuni í barna-, ungdóms- og familjumálum, Paneeraq Olsen, at kanna støðuna, og at bøta um viðurskiftini, so at útbúnir sosialráðgevar vilja arbeiða í kommunala geiranum.

Felagið mælir landsstýriskvinnuni til at kanna arbeiðsumstøður og lønarlagið hjá sosialráðgevum, skrivar Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373