Íslendskt skip landað størstu last til Havsbrún

01.02.2022 - 18:00
Innlendis›Vinna
Íslendskt skip landað størstu last til Havsbrún
Vilhelm Þorsteinsson hevði 3.449 tons av lodnu
Vilhelm Þorsteinsson hevur landað 3.449 tons av lodnu til Havsbrún.
Mynd: FiskerForum  

Íslendska skipið, Vilhelm Þorsteinsson, átti størstu last, sum higartil er landað til Havsbrún í Fuglafirði, 3.449 tons.

So nógv lodna er at fáa í løtuni, at íslendsk skip bíða eftir at sleppa at landa í Íslandi.

Íslendska lodnukvotan er stór. 660.000 tons, sum er tað mesta í umleið 20 ár.

Lodnukvotan er mett at vera verd 2,5 milliardir krónur í okkara pengum.

Føroyingar eiga 30.000 tons av lodnukvotuni undir Íslandi.

Samherji eigur Vilhelm Þorsteinsson.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Odd Eliasen

Frítekst tagging: 

Odd Eliasen er stjóri á Havsbrún.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891