Leiðslan í SSL hevur verið ov lítið umhugsin

Leiðslan í SSL hevur verið ov lítið umhugsin
Vantandi umhugsni hjá SSL-leiðsluni merkir handfaringina av málinum um bíleggingarskipanina, sum væntandi fer at kosta átta mió. kr., sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum
Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins, fær ein átalu frá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fyri handfaringina av málinum um nýggja bíleggingarskipan
Mynd: Savnsmynd  
 
03.02.2022 - 06:34

Málið er handfarið á sera óhepnan hátt, og vantandi umhugsni hjá leiðsluni merkir handfaringina.

Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum um bíleggingnarskipanina, sum Strandfaraskip landsins eru farin í holt við uttan útboð og uttan at gera skrivliga avtalu við valda veitaran.

Skipanin er ikki liðug, og tað er ógreitt, hvussu nógv, hon fer at kosta, sigur Fíggjarnevndin.

 

Fer at kosta átta mió. kr. 

Higartil hava Strandfaraskip landsins bókað 4,5 mió. kr., og óbókaðar rokningar eru 1,8  mió. kr., tí ósemja er við veitaran.

Strandfaraskip meta, at bíleggingarskipanin fer at kosta okkurt um átta mió. kr.

Eisini er ógreitt, nær, ella um, skipanin verður sett endaliga í verk, og um Strandfaraskip landsins verða noydd at fáa hjálp frá øðrum veitara til at gera skipanina lidna.

Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin neyvt fylgir málinum, so tað kann loysst skjótast tilber.

Málið um nýggju bíleggingarskipanina hevur fingið nógva umrøðu í Degi og viku.

20210921_KT_SKIPAN_IKKI_BODIN_ALMENT_UT

 

Nógv viðurskifti fingin í rættlag

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020.

Nevndin sigur, at nógv viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir vístu á, eru fingin í rættlag:

  • Landsverk sigur, at stovnurin hevur tikið allar átalurnar til sín. 
  • TAKS sigur, at umsitingin av Barsilsskipanini er fingin í rættlag.
  • Eftirlitið við lønarhæddaravgjaldinum og tøkugjaldinum hjá alivinnuni verður nú framt regluliga.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur upplýst, at afturvendandi viðmerkingin frá Landsgrannskoðanini um kontuna fyri serviðgerð uttanlands hevur gjørt, at tey nú fáa rokningar frá sjúkrahúsum uttanlands fyri hvønn ársfjórðing. Fyrr var avroknað ákonto.

Og viðurskifti í sambandi við ferðaútreiðslur hjá Fólkaheilsuráðnum eru komin í rættlag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. november
Tíðarrák (4:5)
183793
Mánadag 18. november
Góðan morgun Føroyar
183783
Mánadag 18. november
Morgunlestur mánadagur 18.november 2024
183768
Sunnudag 17. november
Bolero 17 nov 2024
183750
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749
Fríggjadag 15. november
Veðrið
183705
Hósdag 14. november
Fólksins Rødd - um russlandsavtaluna (3:4)
183651