Framleiðslan hjá SEV setur met

Framleiðslan hjá SEV setur met
Meiri av grønari orku var eisini framleidd í fjør, bæði úr vindi, sól og biogassi
SEV gjørdi 424 gigawatttímar í fjør. Tað er tað mesta í einum ári.
 
04.02.2022 - 08:24

Í desember í fjør gjørdi SEV yvir 40 gigawatttímar av streymi. Hetta var fyrstu ferð, at SEV gjørdi yvir 40 gigawatttímar í ein einstakan mánað.

Í fjør var størri eftirspurningur eftir streymi enn í 2020. Hann var fýra prosent størri.

SEV gjørdi 424 gigawatttímar í fjør. Tað er tað mesta í einum ári.

Verkini hjá SEV gjørdu 97 prosent, biogassverkið Førka gjørdi 6,8 gigawatttímar og myllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna 5,9 gigawatttímar.

 

Meiri grøn orka

Grøna orkan var góðar 161 gigawatttímar í fjør, 2,5 prosent fleiri tímar enn í 2020. 

61,9 prosent komu úr olju, og 38,1 prosent vóru varandi orka.

Sólorkan í Sumba gav SEV 177 megawatttímar í fjør, 4,75 prosent meira enn í 2020.

177 megawatttímar um árið svara til streymin, sum okkurt um 35 húski brúka. Ein megawatttími er 1.000 kilowatttímar.

Besti sólorkudagurin í fjør var 22.mai.

 

Biogass

Ein onnur øðrvísi orkukelda er biogassverkið Førka.

Førka hevði sítt fyrsta heila ár í fjør og gjørdi 6,8 gigawattímar, 1,6 prosent, av streyminum, sum var gjørdur í Føroyum í fjør. Hetta gjørdi, at 1.400 tons av olju kundu sparast á Sundsverkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918