Arbeiðsfólkini hittust í tunlinum

Arbeiðsfólkini hittust í tunlinum
Góður hýrur, tá seinasta skotið var latið av í Sandoyartunlinum í gjár.
Arbeiðsfólkini, sum hava borað og sprongt teir umleið 11 kilometrarnar í Sandoyartunlinum, tóku í hondina á hvørjum øðrum, tá seinasta skotið var latið av í gjár.
04.02.2022 - 13:35

Seinnapartin í gjár var seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av, og í hesum sambandi nýttu øll arbeiðsfólkini hjá NCC, sum ger arbeiðið, høvi at hittast.

Tá grótið frá seinasta skotinum varð ruddað burtur, hittust arbeiðsfólkini á miðjuni í tunlinum og tóku í hondina á hvørjum øðrum. 

Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur. Hóast onkrir trupulleikar hava verið, hevur arbeiðið gingið væl, og arbeiðið er fimm mánaðir framman fyri tíðarætlanina.

Sandoyartunnilin skal verða liðugur í desember næsta ár.

Sí myndirnar, sum Jógvan Eli Dam tók til Dag og Viku í gjárkvøldið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659