Macron bjóðar seg fram sum semingsmann

Macron bjóðar seg fram sum semingsmann
Franski forsetin heldur, at tað er møguleiki fyri at fáa semju við Russland, so kríggj ikki verður í Ukraina, skrivar BBC
Emmanuel Macron heldur, at tað er møguleiki fyri at fáa semju við Russland, so kríggj ikki verður í Ukraina, skrivar BBC
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.02.2022 - 09:36

Emmanuel Macron, Franski forsetin, hevur bjóðað seg fram at vera semingsmaður í stríðnum millum Russland og Ukraina. Hann fer í dag til Moskva at samráðast við Vladimir Putin, russiska forsetan, um støðuna í Ukraina. 

Franski forsetin heldur, at tað er møguleiki fyri at fáa semju við Russland, so kríggj ikki verður í Ukraina, skrivar BBC. 

Macron hevur seinastu dagarnar tosað um eina nýggja javnvág, ið skal verja Evropa, men samstundis vísa Russlandi virðing. 

 

Ukraina skal ikki uppí NATO

Russland hevur fleiri krøv - millum annað, at NATO viðurkennir, at Ukraina ongantíð gerst partur av NATO. 

Hetta kravið hevur NATO víst aftur. NATO er tó til reiðar at samráðast um annað. 

Russland hevur økt um talið av russiskum hernaðarfólki við markið til Ukraina, men vísur aftur at hava ætlanir um at gera innrás í landið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541