- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Ungdómstingið
32 skúlanæmingar úr øllum landinum løgdu fyrrapartin 13 uppskot til samtyktar fram fyri løgtinginum.
Tey 32, 25 gentur og sjey dreingir, høvdu saman við floksfeløgunum skrivað uppskotini.
Jógvan á Lakjuni greiðir her frá endamálinum við ungdómstinginum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setir áttanda ungdómstingið. Uppskotini, sum fevna um farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka, skúlaviðurskifti v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.
Eva Maria Magnussen úr Vágs skúla fer upp á løgtingsinsrøðarapall at leggja fram uppskotið til samtyktar um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum.
Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla.
Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, og at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Tað er ein spennandi løta hjá teimum ungu at sleppa at sita í løgtinginum í tveir dagar.
Málið við ungdómstinginum er eisini at vísa Naomi og hinum næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði.
Eftir framløgurnar av uppskotunum, vórðu tey beind í nevnd. Nevndararbeiðið hevur verið seinnapartin.
Luttakararnir í ungdómstinginum upplivdu veruliga, hvussu tað er at sita í løgtinginum, tí framløgurnar og annað vóru, sum tær plaga í løgtinginum.
Kristina Berg úr Hoyvíkar skúla leggur uppskotið hjá hennara flokki fram, ið snúði seg um, at broyta løgtingslógina um fólkaskúlan, soleiðis at privatbúskap verður lærugrein í 9. flokki.
19 uppskot vórðu send inn til ungdómstingið, og 13 av teimum sluppu við.
Einki at siga til, at tey ungu vóru eitt sindur fjálturstungin, tá tey skuldu upp á røðarapallin. Jógva á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar, at fleiri av teimum ungu kunnu blíva løgtingslimir, tá tey blíva vaksin.
Bjørk Hentze Niclasen leggur fram uppskot til samtyktar um at yvirtaka landslæknaembætið og farsóttarlógina.
|
|























