Myndareportasja: TROM

Í morgin, leygardagin 12. februar, verður krimisjónvarpsrøðin TROM fyrst frumsýnd í Løkshøll í Runavík, áðrenn røðin verður tøka á Viaplay klokkan 22 føroyska tíð leygarkvøldið. 

Røðin verður eisini tøk her á heimasíðu Kringvarpsins hósdagin 17. ferbuar, tá fyrsti parturin eisini verður vístur í sjónvarpinum. 

Tilgongdin at gera TROM hevur verið long, tí upptøkurnar byrjaðu 15. mars 2021. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Olaf Johannesen spælir leiklutin sum Ragnar í Rong.  Her sæst Olaf Johannessen undir upptøkunum av einum av lyklasenunum í TROM, sum er eitt minningarhald í Sandágerði. 

Kasper Barfoed leikstjórnaði tríggjar teir fyrstu partarnar av TROM. 

TROM hevur havt stóran tørv á statistum, og tí eiga vanligir føroyingar, ið møttu upp at vera ífylluleikarar, stóran lut í framleiðsluni. 

Heimsstjørnan Ulrich Thomsen spælir høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, ið er journalistur, og kemur aftur til heimlandið eftir nógv ár í útlegd at hitta eina kvinnu, Sonja á Heyggi, ið sigur seg vera dóttir hansara. Sonja heldur seg vera í lívsvanda, og tá hon seinni hvørvur og síðani verður funnin dripin, verður Hannis Martinsson drigin uppí málið. 

Take Two. Klipp. Ein sjónvarpsrøð krevur nógv fólk at framleiða, og tað var eyðsæt hendan dagin í Sandagerði, tá upptøkurnar til minningarhaldið fyri Sonju á Heyggi vórðu gjørdar. 

Olaf Johannesen í leiklutinum sum Ragnar í Rong, reiðari, og Gunnvá Zachariassen í leiklutinum sum Aurora á Heyggi, mamma Sonju á Heyggi.   

Danska leiklistakvinnan Maria Rich, ið sæst aftanfyri, spælir løgreglukvinnan Karla Mohr, ið roynir at uppklára morið av Sonju á Heyggi. Her fær Maria nakrar vegleiðingar um, hvussu senan skal spælast. 

Noomi Kunoy Heradóttir, ið spælir leiklutin sum Elin Høgafjall, Gunnvá Zachariassen og Maria Rich. 

Eisini tey, ið hava ífylluleiklutir, mugu liva seg inn í leiklutin, og tað varð sanniliga gjørt í Sandágerði. 

Upptøkudagarnir á TROM vóru langir, so tað ræður um at brúka teir steðgir, sum eru, til at løða upp og hugleiða um leiklutin. Olaf Johannessen hugsavnar seg eina løtu undir upptøkunum í Sandágerði.

Danska og føroyska stjørnan í TROM, Ulrich Thomsen og Olaf Johannessen. 

Jón Hammer, framleiðari, og Rannvá Jónsdóttir, framleiðsluhjálp, frá KYKmyndir. 

Fyrsti upptøkudagurin var 15. mars 2021, og fyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar í gamla býlinginum við Kongabrúnna í Havn. 

Ulrich Thomsen á veg til upptøku

Tað krevur nógv útgerð at framleiða eina sjónvarpsrøðu sum TROM, og serliga ljósútgerðin er tung. 

Útgerð skal sleipast aftur og fram, og nógv eru tey, ið hava knossað aftanfyri sjálvt filmstólið, fyri at gera TROM til veruleika.

Jón McBirnie, ljóðmaður, í einum væl uppibornum kaffisteðgi.

Tað krevur gott samanhald at framleiða eina góða sjónvarpsrøð, og samanhaldið undir upptøkunum av TROM bilti einki. 

Focuspullarin fylgir væl við upptøkunum á einum skíggja.  


TROM
Frumsýning í Løkshøll 12. februar kl. 15
Tøk á Viaplay 12. februar kl. 22
Tøk á KvF.fo 17. feburar
Víst í sjónvarpinum hóskvøldið 17. februar kl 19.30

 

Er kopiera