Atkvøða um landsroknskapin í dag

Atkvøða um landsroknskapin í dag
Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar um landsroknskapin í uppskotinum til samtyktar um at góðkenna hann
Uni Rasmussen er formaður í nevndini hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum hevur nógvar atfinningar at landsroknskapinum fyri 2020.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.02.2022 - 08:46

Tvey mál eru á dagsskránni fyri tingfundin seinnapartin í dag.

Tingið skal atkvøða um og avgreiða endaliga uppskotið til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020.

Og uppskotið um eykajáttan hjá Bjarna Hammer skal hava fyrstu viðgerð. 

Løgtingið fer í dag at atkvøða um landsroknskapin fyri 2020. 

Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar um landsroknskapin í uppskotinum til samtyktar um at góðkenna hann.

Ikki fullfíggjaður

Løgtingsgrannskoðararnir leggja serligan dent á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, millum annað tí, at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í nógvum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.

Fíggjarnevndin tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum.

Men nevndin sigur tó í sínum áliti, at nógv viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir vístu á, eru fingin í rættlag.

Bjarni Hammer vil hava fimm milliónir krónur aftrat til Strandfaraskip landsins, so sleppast kann undan at hækka farmagjøldini hjá Smyrli.

Tingfundurin í dag er kl.13.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV