Sjúrður Skaale spyr aftur um russisku flogførini

Sjúrður Skaale spyr aftur um russisku flogførini
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, skal svara, hvar russisku flogførini vóru, um tey ikki vóru í føroyskum loftrúmi
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur, at tað er ikki útilokað, at russisku flogførini hava verið í føroyskum loftrúmi.
 
15.02.2022 - 09:17

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spyr nú aftur danska verjumálaráðharran um tey fýra russisku stríðflogførini, sum vóru norðan fyri Skotland 2.februar.

Morten Bødskov, verjumálaráðharri, svaraði herfyri, at ongar ábendingar eru um, at flogførini vóru í føroyskum loftrúmi.

Man hann legði dent á, at ikki ber til at útvega neyvar radaraupplýsingar um økið, sum er tætt við Føroyar.

Morten Bødskov spurdi Forsvarskommandoen, sum spurdi bretska flogvápnið.

Hvar vóru flogførini so?

Nú hevur Sjúrður Skaale spurt Morten Bødskov í hvørjum loftrúmi, russisku flogførini so vóru, um tey ikki vóru í tí føroyska. Flogførini vóru norðan fyri bretskt loftrúm og vestan fyri Hetland.

Bretska blaðið The Indepentent skrivar, at síðani 2005 hevur bretska flogvápnið 136 ferðir rikið russisk stríðsflogfør úr bretskum loftrúmi.

Tað er tí ikki útilokað, at flogførini eisini hava verið í føroyskum loftrúmi, sigur Sjúrður Skaale.

Hann vil hava at vita, hvussu ofta russisk stríðsflogfør hava verið í føroyskum loftrúmi seinastu tíggju árini.  

Hann vil eisini hava at vita, um ráðharrin metir tað at vera eina provokasjón, at russisk stríðsflogfør eru í føroyskum loftrúmi uttan at siga frá.

 

Morten Bødskov, verjumálaráðharri, skal aftur svara Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um russisku flogførini. (Mynd: Ritzau Scanpix)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938