Uppskotið um barnaváttan komið í løgtingið

Uppskotið um barnaváttan komið í løgtingið
Barnaváttan skal verja børn móti kynsligum ágangi
 
16.02.2022 - 08:36

Uppskotið um barnaváttan kom í løgtingið í gjár.

Landsstovnar, kommunalir stovnar og privatir felagsskapir, bæði vinnufeløg og eitt nú ítróttarfeløg og samkomur, tað eru stutt sagt arbeiðsgevarar, skulu biðja um barnaváttan, áðrenn fólk kemur í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið, har sum lógaruppskotið er gjørt.

 

Serlig revsiváttan

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, sum er avmarkað til upplýsingar um ávís lógarbrot.

Í einari barnaváttan eru ikki bara upplýsingar um dómar, men um allar avgerðir um kynslig brotsverk móti børnum, eisini  avgerðir um ákærufráfall.

Barnaváttanarlógin skal koma í gildi 1.apríl.

Grønland til dømis hevur eina lóg um barnaváttan, men í Føroyum eru eingi krøv um barnaváttan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026