10 fiskimenn á sponskum trolara sjólætnir

10 fiskimenn á sponskum trolara sjólætnir
Villa de Pitanxo sakk í illveðri 250 fjórðingar úr Ný Fundlandi í gjár
Manningin á trolaranum, Villa de Pitanxo, er 24. 11 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.
 
16.02.2022 - 09:04

Minst 10 fiskimenn eru sjólætnir, eftir at ein spanskur trolari sakk í illveðri einar 250 fjórðingar eystur úr Ný Fundlandi í gjár.

Tað upplýsa kanadisk bjargingarfólk fyri Ritzau.

Manningin á trolaranum, Villa de Pitanxo, er 24.

11 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, og tríggir av manningini eru bjargaðir. Bjargingartænastan heldur fram við bjargingini, hóast veðrið er ringt á leiðini.

Spanska flutningsmálaráðið hevur eyðmerkt manningina, 16 av teimum eru spanskir ríkisborgarar, fimm eru úr Peru og tríggir úr Ghama.

Kanadisku bjargingarliðini siga seg vóna at finna fleiri av manningini á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558