ES tryggjar sær gass úr USA og Egyptalandi

ES tryggjar sær gass úr USA og Egyptalandi
ES-londini stúra fyri, at Russland kann skrúva fyri gassinum, um landið loypur á Ukraina
Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini.
 
16.02.2022 - 10:57

ES hevur gjørt eina kreppuætlan fyri at fáa gass til limalondini, um tað skuldi hent, at Russland steingir gassleiðingina til vestureuropa.

Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

Russland selur ES 90 prosent av gassinum, sum londini í ES nýta, og londini bera ótta fyri, at Russland kann steingja gassveitingina, um landið loypur á Ukraina. Tað verður gjørt fyri at leggja trýst á ES, skrivar NTB.

Tí hevur ES tosað við stórar gassveitarar í USA, Qatar og í Egyptalandi, sum hava lovað at selja ES meir gass, sigur Ursula von der Leyen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558