Bóndafelagið: Frágreiðingin er misvísandi

Bóndafelagið: Frágreiðingin er misvísandi
Formaðurin í felagnum vísir á, at mjólkabøndur veðhalda persónliga fyri skuldina
Mjólkabøndur siga, at skuldin er nógv størri enn tað, sum stendur í frágreiðingini frá Numo.
 
16.02.2022 - 13:12

Mjólkabøndur kenna seg ikki aftur í frágreiðingini hjá grannskoðarafyritøkuni Numo, sum í gjár gav út eina frágreiðing, ið lýsir roknskapin hjá partafeløgunum aftan fyri mjólkaframleiðsluna í Føroyum. 

Tað er serliga skuldina, sum teir ikki vilja kennast við. Tí skuldin er fimm ferðir størri tað, sum Numo skrivar í frágreiðingini. 

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur, at partafeløgini, sum Numo viðger, bert hava lántøku til ein traktor ella líknandi. 

Bygningum og øðrum framleiðslutólum hefta flestu mjólkabøndur persónliga fyri, og tí er skuldin nógv størri, sigur hann.

 

Bara feløg

Sambært Bjarna Arnason, stjóra í Numo, eru tað bara partafeløgini ella smápartafeløgini, sum vera viðgjørd í frágreiðingini, og tað framgongur eisini.

Síðani 2007, tá ið festibøndur persónliga skuldu veðhalda fyri skuldina, hevur skuldin ligið uttanfyri. Í sambandi við keyp og sølu av mjólkakvotum, vóru eisini nógvar millumrokningar, sum ikki eru tiknar við, sigur Bjarni Arnason. 

 

Færri bøndur

Mjólkabøndurnir fækka. Í 2017 vóru teir 24 í tali. Í dag eru teir 21.

Ein niðurstøða hjá Løgtingsins umboðsmanni í 2007segði, at Búnaðargrunnurin, við at krevja persónligt veðhald frá festara, kann seta festaran í eina vánaliga rættarstøðu, tí festarin veðheldur persónliga fyri eitt lán til festið, ið landið eigur. Samstundis hevur festarin onga trygd fyri, at hann fær fult endurgjald fyri gjørdar íløgur á festið.

Hendan siðvenja er ikki broytt. 

Sigert Patursson er formaður í Bóndafelagnum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221