Politiska framtíðin verður avgjørd í mars

17.02.2022 - 13:08
InnlendisPolitikkur
Politiska framtíðin verður avgjørd í mars
Christian Andreasen, tingbólkaformaður, veit ikki at siga, um Jørgen Niclasen aftur fer at bjóða seg fram at vera floksformaður
Christian Andreasen er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Politiska framtíðin hjá Jørgeni Niclasen í Fólkaflokkinum verður avgjørd á floksleiðslufundi um miðjan mars.

Tað sigur Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, eftir at formaðurin í Fólkaflokkinum er tikin fyri rúsdrekkakoyring og farin frá sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Christian Andreasen veit ikki at siga, um Jørgen Niclasen fer at bjóða seg fram til framhaldandi at standa á odda fyri Fólkaflokkinum.

Christian Andreasen var í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774