Landbúnaðarpolitikkurin ongan veg komin

20.02.2022 - 14:28
InnlendisPolitikkur
Landbúnaðarpolitikkurin ongan veg komin
- Arbeiðið at orða ein landbúnaðarpolitikk er ongan veg komið, men tað fer í gongd nú. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, harundir búnaðarmálum.

Eitt samt løgting heitti í juni 2020 á landsstýrið um at orða ein landbúnaðarpolitikk við denti á burðardygd og framleiðslukrøvum til festarar, eftir at Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen løgdu fram uppskot til samtyktar um tað. Og arbeiðið at orða ein landbúnaðarpolitikk fer í gongd nú, sigur Magnus Rasmussen. Men hetta tekur tíð, og samgonguskeiðið er nú so mikið væl ligið, at landstýrismaðurin er ivasamur, um tað verður liðugt áðrenn samgonguskeiðið er runnið. Men hóast tað nú ferð í gongd, er tað ikki løtuverk, og tí er landstýrismaðurin ikki vísur í, at tað verður liðugt áðrenn hetta samgonguskeiðið er runnið

Tað sum løgtingið samtykti var, at dentur skuldi leggjast á, at brúka bø og haga burðardygt, at menna føroyskar landbúnaðarvørur, og at tað skulu vera framleiðslukrøv til festarar.

Men ikki bara hevur samgongna tikið undir við hesum andstøðuuppskotinum, nakað líknandi um landbúnaðarpolitikk stendur eisini í samgonguskjalinum.

 

"Orðaður verður ein landbúnaðarpolitikkur, sum leggur dent á menning av føroyskum landbúnaðarúrdráttum og tekur atlit til burðardygga nýtslu av bø og haga. Hesin politikkur skal verða grundarlagið undir framhaldandi vinnuligari menning av landbúnaðinum. Miðað verður ímóti, at Føroyar verða sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum", stendur í samgonguskjalinum. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959