- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnuløta fyri Fólkaflokkin í myndum
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á veg inn á lagnufund í Gamla apoteki í Havn.
Beinir Johannesen á sínum fyrsta skeiði, sum løgtingslimur. Fólkaflokkurin hevur nú skift út trý av landsstýrisfólkum floksins.
Thorstein Petersen (21. august 1899 – 4. mai 1960) hongur á vegginum omanfyri Elsebeth M. Gunnleygsdóttur. Til høgru fyri hana situr Jákup Mikkelsen.
Jákup Mikkelsen, situr við einum kaffikoppi. Hann var landsstýrismaður við fiskivinnumálum eitt stutt bil.
Eitt gott boð uppá nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard.
Kári Mikkelsen frá Kringvarpinum ger samrøðu við Christian Andreasen, løgfrøðing í skugganum frá Thorstein Petersen, sum eisini var løgfrøðingur
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og máttmiklasti maður í Løgtinginum, legði leiðina framvið Gamla apoteki.
Nýggjasti fólkafloksmaðurin, Árni Skaale, var eisini á fundi at velja landsstýrismann í fíggjarmálum.
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum á veg upp gjøgnum trappurnar, har hann oftani hevur gingið sum skrivari floksins.
|
|


























