- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrimunir við føroyskum radara
Hann hevur drúgvar royndir við radaravirksemi, tí hann arbeiddi í yvir 20 ár í Sornfelli sum tøkningur og tók langa tøkniliga útbúgving í danska militerinum.
- Tað kom meira enn so fyri, at tað hendi ymiskt í føroyskum loftrúmi, sum eingin myndugleiki í Føroyum fekk vitan um, sigur Oddmar Kruse, sum tí heldur, at einasti mátin at tryggja, at myndugleikarnir í Føroyum hava alla vitan um, hvat fyriferst í okkara loftrúmi, er at radarin verður rikin í Føroyum.
- So kunnu føroysku myndugleikarnir gera av, hvønn teir vilja lata upplýsingarnar til, sigur Oddmar Kruse.
Í dag starvast hann hjá Vørn, og hann vísir á tað sum ein upplagdan stovn at taka sær av at reka radaran.
- Førleikarnir eru í Føroyum. Vit hava nógv væl útbúgvin og dugnalig fólk innan tøkni, og ger mann síðani eina avtalu við Vørn um at reka radaran, fer tað væl at bera til, sigur Oddmar Kruse.


















