Mæla frá at ferðast til Egyptalands

Mæla frá at ferðast til Egyptalands
Støðan í Egyptalandi er nú so ótrygg, at danska uttanríkisráðið mælir øllum frá at ferðast til Egyptalands
Mótmælini og samanbrestirnir í Egyptalandi halda fram. Og nú mælir danska uttanríkisráðið frá at ferðast í ófriðarligu økjunum í Egyptalandi.
 
09.07.2013 - 08:00

Tilmælið hjá danska uttanríkisráðnum umfatar tó ikki ferðafólkaøkini við reyðahavið og Aqabavíkina, skrivar uttanríkisráðið á sínari heimasíðu, www.um.dk.

 

50 fólk dripin

Í gjár vórðu meira enn 50 fólk dripin undir eini mótmælisgongu í høvuðsstaðnum, Kairo. Muslimska brøðrarlagið, sum hevur staðið fyri mótmælisgongunum ímóti hernaðarkvettinum móti fyrrverandi forsetanum Mursi, sigur, at trygdarfólk og løgregla lupu á, meðan egyptiski herurin sigur, at yvirgangsfólk framdu atgerðirnar móti mótmælisfólkunum, skriva reuters og ritzau.

 

Nógvur ófriður hevur verið í Egyptalandi síðani herurin í landinum noyddi forsetan Mohamed Mursi frá. Mursi fekk eitt ár og tríggjar dagar í sessinum sum fyrsti fólkavaldi forseti í Egyptalandi.

 

Nú er so greitt, at egyptarar skulu velja nýggjan forseta um áleið eitt hálvt ár. Tað sigur landsins fyribils leiðari Adli Mansour.

 

Nýggja grundlóg

Men fyrst skal landið hava eina nýggja grundlóg, sum skal til fólkaatkvøðu. Sagt verður, at kontroversiella grundlógin, sum fyrrverandi forsetin, Mursi, setti í verk í desember í fjør, skal broytast innan fyri næsta hálva fimta mánaðin. Og sum sagt so mælir danska Uttanríkisráðið nú øllum frá at ferðast til Egyptalands yvirhøvur - tó ikki til ferðafólkaøkini við reyðahavið og Aqabavíkina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858