300 fráboðanir um árið um yvirkoyrdan seyð

300 fráboðanir um árið um yvirkoyrdan seyð
Tað kostar 100 milliónir kr. at stika fyri at halda seyði burtur frá vegum, sigur løgmaður í svari til Beintu Løwe
Frá 2014 til 2017 skrásetti politiið 64 ferðsluóhapp, sum stóðust av seyði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2022 - 10:48

Tryggingarfeløgini fáa 300 fráboðanir um árið um yvirkoyrdan seyð. Í 100 førum er talan um skaðar á akfør.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað einum spurningi um seyð og ferðslutrygd, sum Beinta Løwe, løgtingskvinna, setti Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Frá 2014 til 2017 skrásetti politiið 64 ferðsluóhapp, sum stóðust av seyði. Í einum føri var fólkaskaði.  

 

Stika 100 kilometrar

Fyri at halda seyðinum frá vegunum krevst hegn.

Landsvegkervið er 477 kilometrar, 32 kilometrar eru berghol og tunlar.

Ein leyslig meting er, at 100 kilometrar skulu hava stik. 

Tað kostar eina millión at stika ein kilometrar, metir Landsverk. So 100 kilometrar kosta 100 mió. kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV