- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófráboðaðir og skrivligir spurningar í tinginum í dag
Ófráboðaðir og skrivligir spurningar í tinginum í dag

Á tingfundinum í dag fer Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, at svara skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Hammer um barnaverndarlógina.
23.02.2022 - 08:42
Spurningar eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.
Fyrst eru ófráboðaðir spurningar.
Síðani skal løgtingið atkvøða, um Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Kárasoni Petersen, løgtingsmanni, um sætta útbjóðingarumfar til at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini.
Og so skal løgtingið viðgera tveir skrivligar fyrispurningar, sum eru svaraðir.
Bjarni Hammer spurdi Sólvit E. Nolsø um barnaverndarlógina og Høgni Hoydal spurdi um fiskirættindi, sum nú skulu verða knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi. Árni Skaale svarar tí fyrispurninginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450


























