Pedagogfelagið í gerðarrættin við Fíggjarmálaráðnum

Pedagogfelagið í gerðarrættin við Fíggjarmálaráðnum
Pedagogfelagið er farið í Fasta gerðarrættin við einum tulkingarspurningi í sáttmálanum, sum var gjørdur við Fíggjarmálaráðið í 2018.
 
23.02.2022 - 09:07

Pedagogfelagið er farið í Fasta gerðarrættin við Fíggjarmálaráðnum. 

Pedagogfelagið vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at semjan millum partarnar frá 14.januar 2018, sum ger, at lønarstig fella burtur 1.oktober 2019, skal tulkast soleiðis, at tá eitt lønarstig fellur burtur, og starvsfólk sjálvvirkandi fer á hægri stig, skal forvunnin starvsaldur á fyrra stiginum fylgja við.

Hetta eigur at gera, at starvsfólkið stendur samanlagt 24 mánaðir á niðurlagda stiginum og nýggja lønarstiginum, áðrenn flutt verður aftur á næsta stig. 

Samanumtikið skal sáttmálin tulkast soleiðis, at tá ið annað ikki serskilt er avtalað, skal starvsfólk flyta við fullum starvsaldri á nærmasta hægri stig, tá lønarstigið, sum starvsfólkið stendur á, fellur burtur, sigur Pedagogfelagið, sum vil hava Fasta gerðarrættin at áleggja Fíggjarmálaráðnum at viðurkenna hesa tulking.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687