Gjaldførið hálva milliard størri enn kravið

Gjaldførið hálva milliard størri enn kravið
Við árslok var gjaldførið hjá landskassanum 3,8 mia. kr.
Við ársenda var gjaldførið hjá landskassanum 500 mió. kr. oman fyri kravda minstagjaldførið.
 
23.02.2022 - 13:14

Gjaldførið hjá landskassanum er gott, og var við árslok eina hálva milliard kr. størri,  enn kravið er.

Eftir lógini skal landskassin hava 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri. Tað svaraði í 2021 til 3,3 mia. kr. Gjaldførið við árslok í 2021 var um 3,8 mia. kr., og tað eru 500 milliónir kr. meir enn tað, sum kravið er, skrivar Landsbankin.

Rindaðu 1,4 mia. kr. aftur

Gjaldførið var stórt við ársbyrjan. Ein orsøk til tað var eitt lán uppá 1,4 milliardir kr., sum varð tikið í 2020, fyri at byrgja fyri búskaparligu avleiðingunum av covid-19. Landskassin rindaði tær 1,4 milliardir kr. aftur í juni í fjør.

Eftir at lánið var afturgoldið, fall gjaldførið niður á minstagjaldførið og sveiggjaði harum, til umleið november, tá gjaldførið batnaði aftur. 

Við ársenda var gjaldførið 500 mió. kr. oman fyri kravda minstagjaldførið. Í juni í ár fellur eitt lán uppá 1,3 milliardir kr. til gjaldingar, og av tí at gjaldførið er gott, er sannlíkt, at landið fer at rinda niður av skuldini, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928