Hava skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála

Hava skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála
Heilsuhjálparafelagið og KAF góðtóku semingsuppskotið
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
 
23.02.2022 - 16:47

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu fyri einum tíma síðani undir semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin hevði lagt fyri partarnar í gjár.

Vanliga hava partarnir gjørt tvey ára sáttmála, men hesaferð hava Heilsuhjálparafelagið og KAF gjørt trý ára sáttmála.

Semjan ber í sær, at 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25%, 
1. oktober 2022 hækka lønirnar  710 krónur
og 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%

Nakrar broytingar verða eisini gjørdar í lønarstiganum.

Semjan ber í sær, at hægsta lønarstig hjá heilsuhjálparum fer úr 26.900 krónum upp í góðar 29.000 krónur, og hægsta lønarstig hjá ófaklærdurm fer eisini upp úr góðum 24.000 krónum upp í 26.900 krónur.

Meira verður at hoyra í tíðindunum klokkan seks. 
 

 

Tá heilsuhjálpararnir og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu undir semingsuppskotið seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558