Føroyar seta nú revsitiltøk móti Russlandi

26.02.2022 - 13:12
Innlendis›Politikkur
Føroyar seta nú revsitiltøk móti Russlandi
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Enn er ikki avgjørt júst hvørji revsitiltøkini vera, men tað verður avgjørt í næstu viku sigur løgmaður

Uttanlandsnevndin í Løgtinginum tekur einmælt undir við landsstýrinum, at revsitiltøk skulu setast í verk móti Russlandi, orsakað av russisku innrásini í Ukraina.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, vóru í gjár til ráðførslu í Uttanlandsnevndini. Teir bóðu um undirtøku fyri, at landsstýrið fylgir vesturheiminum við teimum tiltøkum, ið verða sett í verk móti Russlandi.

 

Hoyr samrøðuna við Bárður á Steig Nielsen, løgmann, sum var í tíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162