Putin: Vit eru før fyri at standa ímóti tiltøkum

Putin: Vit eru før fyri at standa ímóti tiltøkum
Russland hevur á skipaðan hátt fyrireikað seg leingi móti møguligum tiltøkum, sigur talsmaðurin hjá russiska forsetanum
Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sigur, at forsetin fer nú at hitta ávísar ráðharrar í stjórnini um búskaparligar spurningar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 14:58

- Russland er ført fyri at standa ímóti umfatandi tiltøkunum, sum eru sett í verk eftir innrásina í Ukraina.

Tað sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta.

- Tiltøkini hjá vesturheiminum móti Russlandi eru hørð, men okkara land hevur neyðugu møguleikarnar at viga upp í móti skaðunum, sigur Dmitri Peskov.

- Russland hevur á skipaðan hátt fyrireikað seg leingi móti møguligum tiltøkum, millum annað móti nøkrum av teimum harðastu tiltøkunum, sum vit nú uppliva, sigur Peskov.

 

Leiðandi rentan 20 prosent

Sambært honum, skal Putin viðgera um búskaparligar spurningar við ávísar ráðharrar.

- Búskaparligi veruleikin er broyttur, lat okkum siga tað soleiðis, sigur Peskov.

Russiski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna upp í 20 prosent, og keypsskálin í Moskva er stongdur í dag. 

Høvuðsvísitalið er síðani á nýggjárinum lækkað 40 prosent, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373