Vilja hava ábøtur á vegastrekkinum við Streymin

02.03.2022 - 10:54
Innlendis›Samfelag
Vilja hava ábøtur á vegastrekkinum við Streymin
Sunda kommuna hevur verið á fundi við Landsverk um ferðsluviðurskiftini á vegastrekkinum við brúnna um Streymin
Fleiri ferðsluóhapp eru hend á hesum staðnum, og kommunan og fólk í økinum hava í fleiri førum víst á, at ferðslutrygdin á vegastrekkinum ikki er í lagi.

- Vit vænta og vóna, at ábøtur verða gjørdar skjótt, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Sunda kommuna hevur verið á fundi við Landsverk um ferðsluviðurskiftini á vegastrekkinum við brúnna um Streymin.

Fleiri ferðsluóhapp eru hend á hesum staðnum, og kommunan og fólk í økinum hava í fleiri førum víst á, at ferðslutrygdin á vegastrekkinum ikki er í lagi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, sigur, at Landsverk tekur mál sum hesi í størsta álvara, og at Landsverk, saman við serfrøðingum, fer at taka støðu til, hvat kann gerast á vegastrekkinum við brúnna um Streymin.
 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Vegamótið við brúnna um Streymin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723