NATO í truplari støðu av russisku innrásini

NATO í truplari støðu av russisku innrásini
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sigur, at vigað verður ímillum at verja ukrainska fólkið og at forða fyri stórkríggi í Evropa
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.03.2022 - 13:48

Russiska innrásin í Ukraina setir NATO í eina sera truplari støðu.

- Leikluturin hjá NATO er at viga ímillum øðrumegin at verja ukrainska fólkið og hinumegin at forða fyri stórkríggi í Evropa. Tí er NATO ikki so ágangandi í Ukraina, sum hart kroysta landið sjálvt vil, sigur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, við danska kringvarpið: 

 

1512409

 

NATO kann ikki enda í einum beinleiðis kríggi við Russland, staðfestir Jens Stoltenberg.

- Tað er stórur munur á at senda útgerð, eisini vápn, til ukrainsku herdeildirnar, og so vera við í sjálvum krígnum, har NATO-flogfør skulu skjóta russisk flogfør niður, sigur NATO-aðalskrivarin:

 

1512410

 

Støðan er tó somikið spent, at NATO fer at styrkja seg, bæði í Rumenia og baltisku londunum, segði Jens Stoltenberg eisini í samrøðuni við journalistin hjá danska kringvarpinum, Tinne Hjersing Knudsen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290