Vestergaard: Vilja samráðast hóast hóttanir

Vestergaard: Vilja samráðast hóast hóttanir
Føroyar vilja samráðast um norðhavssildina í morgin sum ein annan dag, hóast ES ikki tekur aftur sínar hóttanir um handilsforðingar fyrst
Jacob Vestergaard vil sleppa til samráðingarborðið - ongantíð ov skjótt.
 
09.07.2013 - 10:45

So skjótt sum fundarboð koma, eru Føroyar til reiðar at koma við einum ítøkiligum og undirbygdum uppskoti um kvotubýti, bæði í ár og næstu árini.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, svaraði í gjár Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri hjá ES.

 

Hann sigur, at Føroyar eru altíð til reiðar at samráðast við øll hini strandarlondini um norðhavssildina.

 

Jacob Vestergaard sigur tó, at tey 17 prosentini, sum Føroyar hava ásett sær í ár, eru grundarlagið fyri samráðingum, sum Føroyar kunnu vera nøgdar við.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970