Petra Johnsdóttir Joensen fær løn í eitt ár

Petra Johnsdóttir Joensen fær løn í eitt ár
Uppsagdi stjórin í Almannaverkinum, Petra Johnsdóttir Joensen, fær løn í 12 mánaðir frá 1.august í ár at rokna
Fyrrverandi stjórin í Almannaverkingum hevur gjørt fráfaringaravtalu, har hon fær góðar 52.000 krónur um mánaðin.
Mynd: L  
 
09.07.2013 - 13:00

Tað stendur í fráfaringaravtaluni millum Almannamálaráðið og Petru Johnsdóttir Joensen, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

 

Mánaðarlønin fyri at vera stjóri í Almannaverkinum er 52.660 krónur, upplýsir lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum.

 

Petra Johnsdóttir skal sambært fráfaringaravtaluni virka sum serligur ráðgevi, avmarkað til at vera til taks at ráðgeva um samanleggingartilgongdina í Almannaverkinum. Hon skal eisini svara fyrispurningum, ið kunnu stinga seg upp í samband við, at eitt stjóraskifti fer fram.

 

Arbeiðið kann, um Petra Johnsdóttir ynskir hetta, verða úttint heimanifrá, ella har hon annars er stødd.

 

Í samband við uppsøgnina fær Petra Johnsdóttir endurgoldið útreiðslir til advokathjálp. Tó í mesta lagi 15.000 krónur, stendur í fráfaringaravtaluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025