Settu fleiri met í fjør og hava avlop

Settu fleiri met í fjør og hava avlop
Forstjórin í Sjúkrahúsverknum hevur skrivað frágreiðing um 2021
Virksemið í Sjúkrahúsverkinum var stórt í fjør, bæði tá ið ræður um ambulantar viðgerðir og innleggingar.
 
03.03.2022 - 14:27

Sjúkrahúsverkið hevur sett fleiri met í 2021. 

Tað skrivar Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, í ársfrágreiðingini fyri 2021.

- Vit hava havt fleiri vitjanir í 2021 enn nakað ár frammanundan. Vit hava gjørt fleiri greiningar, havt fleiri ambulantar viðtalur, metnógvar innleggingar, gjørt fleiri viðgerðir enn áður, og á føðigongini hava ikki verið so nógv børn borin í heim síðani 2005, sigur Steinar Eirikstoft.

- Størsti vøksturin er á medisinsku og psykiatrisku ambulatoriunum, har vøksturin hevur verið ávikavist 14 og 10 prosent í mun til 2020, sum eisini var metár, sigur forstjórin.

Avlop

Forstjórn vísir eisini á, at játtanin fyri 2021 gevur avlop.

- Somuleiðis sær játtanin fyri 2021 út til at halda, og eftir øllum at døma fara vit at bera nakrar milliónir aftur til landskassan, tá ið hugt verður at samlaðu játtanunum, sum Sjúkrahúsverkið varðar av, sigur Steinar Eirikstoft.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961