Fólkaatkvøða í Danmark um verjufyrivarni 1. juni

Fólkaatkvøða í Danmark um verjufyrivarni 1. juni
Útreiðslurnar til donsku verjuna fara at økjast nógv næstu árini, og samstundis skal danska fólkið taka støðu til verjufyrivarnið, sum Danmark hevur mótvegis ES.
Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, undirskrivar nýggju verjuavtaluna, ið fer at gera, at Danmark í 2033 fer at brúka 18 mia. kr. um árið upp á verjuna
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.03.2022 - 07:51

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði í gjárkvøldið frá, at ein avtala um at økja útreiðsluna til donsku verjuna er gjørd við Vinstra, Sosialistiska Fólkaflokkin, Radikala Vinstra og Konservativa flokkin.

Og fólkaatkvøða um verjufyrivarnið mótvegis ES verður 1. juni, boðaði forsætisráðharrin eisini frá.

Málið er, at Danmark, í seinasta lagi í 2033, skal nýta tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuendamál, og mett verður, at tá økjast verjuútreiðslurnar við 18 milliardum kr. um árið.

 

Sjey milliardir næstu tvey árini

Flokkarnir eru eisini samdir um, at sjórnin skal finna sjey milliardir til verjuna næstu tvey árini, tí støðan í Ukraina er ótrygg.

Tann avtalan er eisini gjørd við ein meiriluta í Fólkatinginum.

- Pengarnir skulu nýtast til betri verju, diplomatiskt virksemi og hjálp av ymsum slag, segði Mette Frederiksen.

 

Ikki semja um verjuavtaluna

Tríggir av flokkunum í Fólkatinginum eru ikki við í verjuavtaluni, sum varð gjørd í gjárkvøldið.

Teir eru Danski Fólkaflokkurin, Nýggju Borgarligu og Eindarlistin.

- ES er ikki, og verður ongantíð, nøkur trygd fyri Danmark. Neyðugu trygdina fær Danmark bert umvegis NATO, sigur forkvinnan í Nýggja Borgarliga flokkinum, Pernille Vermund.

Heldur ikki politiska talskvinnan hjá Eindarlistanum, Mai Villadsen, og formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, halda tað vera eitt gott hugsot at sleppa verjufyrivarninum við ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498