Snowden fær friðskjól í Venesuela

Snowden fær friðskjól í Venesuela
Víðagitni amerikanski avdúkarin, Edward Snowden, hevur fingið friðskjól í Venuzuela. Tað skrivar AFP-tíðindastovan
Amerikanski avdúkarin, Edward Snowden, hevur fingið politiskt friðskjól í Venesuela.
 
10.07.2013 - 11:15

30 ára gamli avdúkarin, Edward Snowsden, er eftirlýstur í USA, tí hann sambært myndugleikunum hevur almannakunngjørt loyniligar upplýsingar.

Snowden arbeiddi í nógv ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa njósning á alnetinum, m.a. við teldupostum, Facebook og Google. Hetta kom fram í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á forsíðunum kring heimin.

 

Snowden flýddi

 

Í mai flýddi Snowden úr USA til Hong Kong. USA hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, men tað hevur ikki eydnast teimum, tí eftir Hong Kong flýddi Edward Snowden til Moskva. Har hevur hann hildið til - nærum í ongamannalandi á flogvøllinum í Moskva, í eina tíð. Men nú hevur hann so fingið friðskjól í Venuzuela. Og hann hevur tikið av tilboðnum, skilst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815