Breddin: Bústaðir til Almannaverkið og støðan hjá Strandferðsluni

Breddin: Bústaðir til Almannaverkið og støðan hjá Strandferðsluni
Fía Petersen er forkvinna í Javna.
 
09.03.2022 - 09:14

Í løtuni standa umleið 150 fólk á bíðilista hjá Almannaverkinum, og av teimum hoyra umleið ein triðingur til málbólkin hjá felagnum Javna, har fólk við menningartarni í stóran mun eru limir.

Tey flestu bíða eftir bústaði í Suðurstreymoy.

Fía Petersen, forkvinna í Javna, vísir á, at nú eru 42 ár síðani, at seinasta sambýlið var bygt í høvuðsstaðnum.

 

Strandferðslan í framtíðini

Skott eigur at verða millum politisku skipanina og Strandferðsluna, og flutningsskyldan má skipast betur.

Tað er nakrar av høvuðsniðurstøðunum í frágreiðingini um Strandfaraskip Landsins, sum ein arbeiðsbólkur læt úr hondum í gjár.

Vit tosa við formannin í arbeiðsbólkinum og stjóran í Strandferðsluni, og tikið verður samanum við einum politiskum kjaki um framtíðina hjá Strandferðsluni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533