Kríggj í Ukraina: Lond skuldseta Russland fyri krígsbrotsverk

bannari
Kríggj í Ukraina: Lond skuldseta Russland fyri krígsbrotsverk
Í krígnum í Ukraina hevur dagurin verið merktur av, at býurin Mariupol hevur verið hart raktur, og John Johannesen raporteraði frá býnum Medyka á markinum Pólland og Ukraina
Gestur Lómstein
John Johannessen, journalistur, í flóttafólkameldrinum í Póllandi
10.03.2022 - 21:00

Ukrainski og russiski uttanríkisráðharrarnir samráddust í dag um millum annað 24 tímar vápnahvíld, men sambært ukrainska uttanríkisráðharranum eydnaðist ikki at semjast.

Dagurin hevur eisini verið merktur av, at býráðið í ukrainska býnum, Mariupol, í gjár boðaði frá, at eitt barna- og føðisjúkrahús í býnum var oyðilagt av bumbuálopum.

Fleiri lond vilja nú kanna, um Russland hevur framt krígsbrotsverk.

"Tað, tit síggja í sjónvarpinum, eru krígsbrotsverk. Ítøkilig prógv fyri krígsbrotsverkum skulu savnast saman - og tí arbeiða vesturlendsk lond fyri - so fólk kunnu vera drigin til svars fyri hetta. Lat tað vera greitt, at hetta er ikki eitt kríggj millum hervald. Putin hevur hertikið fleiri býir og er harvið farin í kríggj við ukrainska fólkið," segði James Heappey, enski verjumálaráðharrin.

Sambært ukrainskum myndugleikum doyðu trý fólk í álopinum - teirra millum eitt barn. 17 eru løstað.

Býurin er kringsettur og avskorin frá øllum vørum og veitingum. Tað er trupult at flyta fólk burtur, tí býurin aftur í dag hevur verið raktur av  spreingingum, sigur ukrainski varaforsætisráðharrin, sambært Reuters.

Samstundis nærkast ukrainski herurin Kyiv. Í býum nær við ukrainska høvuðsstaðin eru í dag fráboðanir um harðar bardagar.

ST væntar, at talið á flóttafólkum úr Ukraina nú liggur um 2,3 milliónir.


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558