Navigare hevur keypt tvey skip aftrat

Navigare hevur keypt tvey skip aftrat
Flotin hjá reiðarínum, sum heldur til í Søldarfirði, telur nú 13 skip
Fyrra skipið kemur í flotan í apríl og tað seinna í juni.
Mynd: Reiaríið Navigare  
 
11.03.2022 - 15:41

Reiðaríið Navigare fer at keypa tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi.

Við hesum keypinum ger Navigare sína størsta íløgu í søgu felagsins, skrivar reiðaríið, sum hevur heimstað í Søldarfirði, á heimasíðu felagsins. 

Felagið skrivar, at ætlanin er at endurnýggja flotan tey komandi árini, og skipakeypini eru partur av ætlanini.

Verða latin í apríl og juni

Skipini fáa nøvnini Hav Brim og Hav Sund. Fyrra skipið verður yvirtikið í apríl og tað seinna í juni. Skipini eru bygd í 2008 og eru 89,95 metrar long og 14,4 metrar breið.

Flotin hjá Navigare fer nú at telja tilsamans 13 skip. 

Reiðaríið skrivar, at sjálvt um tey seinastu árini hava elvt til stóra óvissu um shippingvirksemi, og við nýggju støðuni ímillum Ukraina og Russland, verður farið inn í framtíðina við jaligum huglaði og fleiri spennandi verkætlanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325