"Alt annað enn vanligt" er ársins videolag

"Alt annað enn vanligt" er ársins videolag
FMA22: Videolagið, ið Maria Torgarð hevur leikstjórnað til sangin "Alt annað enn vanligt" hjá Daniu O. Tausen, er ársins videolag
Maria Tórgarð, ið hevur leikstjórnað ársins videolag, var rørd av at fáa FMA-heiðurslønina fyri "Ársins videolag"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2022 - 21:00

Dania O. Tausen er nokk alt annað enn vanlig, tí seinasta árið hevur staðfest, at hon gongur sínar heilt egnu leiðir. 

Á hennara útgávu "Gonguteigatúnatos" er ein sangur, ið snýr seg um júst tað. 

"Alt annað enn vanligt" eitur sangurin, og videolagið, ið Maria Tórgarð hevur leikstjórnað til sangin, vann í kvøld heiðurin sum ársins videolag á FMA. 

Tær báðar hava upp á nógvar mátar sett eitt slag av mentanarligari dagsskrá í 2021.

Dania hevur bæði givið plátu og yrkingarsavn út, meðan Maria tók alt og øll á bóli við sínum dokumentarfilmi "Skál", sum snýr seg um Daniu og hennara menningarferð úr einum kristnum umhvørvi á Toftum og til eitt meira frígjørt og listarligt lív í Havn.  

Rørd
Maria Tórgarð, leikstjóri, var rørd av at fáa FMA-heiðurslønina fyri "Ársins videolag", og Dania O. Tausen takkaði abbanum fyri, at hann hjálpti teimum við videolagnum. 

 

 

Her er ársins videolag.

 

Í sambandi við útgávuna av "Gonguteigatúnatos" var eitt gonguteiga tos gjørt við Daniu O. Tausen her á kvf.fo. 

210702_NET_DANIA_TAUSEN

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862