Føroyska løgfrøðiútbúgvingin javnsett við ta donsku

Føroyska løgfrøðiútbúgvingin javnsett við ta donsku
Nú kunnu løgfrøðingar, sum eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, gerast dómarar, ákærar og advokatar á jøvnum føti við teir, sum hava danska útbúgving
Løgfrøðiútbúgvingin á Setrinum verður nú javnsett við útbúgvingina í Dankar. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2022 - 14:00

Danska løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Tað merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.

Tá føroyska rættargangslógin var broytt í 2019, var ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

 

Landsstýrismaðurin: Týdningarmikið stig

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar, er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur løgmálaráðið gjørt av, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal javnsetast við útbúgvingar á donskum universitetum.

- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533