Evergreen-skip farið á land í Baltimore

Evergreen-skip farið á land í Baltimore
Skipið eitur Ever Forward, og eigarin er sama reiðarí, sum átti binbjuskipið Ever Given, ið sigldi á land í Suezveitini í fjør
Ever Forward er farið á land nærindis havnini í Baltimore, men eingin leki er funnin, og skipið darvar ikki aðra skipaferðslu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 14:22

Eitt risastórt bingjuskip hevur siglt á land nærindis havnini í Baltimore í USA.

Skipið eitur Ever Forward, og eigarin er sama reiðarí, sum átti binbjuskipið Ever Given, sum sigldi á land og legði seg tvørt fyri 54 km. inni í Suezveitini í Egyptalandi fyri sløkum árum síðani.

Ever Forward er 334 metrar langt, og sigldi á land í Chesapeake-flógvanum stutt eftir, at tað var farið úr havnini í Baltimore sunnukvøldið.

Skipið var á veg til Norfolk í Virginia.

Farið var beinanvegin undir at tøma bingjur úr skipinum.

Forðar ikki skipaferðsluni

Eingin fólkaskaði var, boðar havnarmyndugleikin frá, eingin leki er funnin, og Ever Forward forðar ikki aðari skipaferðslu inn og úr havnini í Baltimore.

Ever Given steðgaði fyri sløkum ári síðani allari skipaferðslu í Suez-veitini í seks dagar.

19.000 skip sigla gjøgnum Suezveitina um árið, og tað svarar til 10 prosent av allari skipaferðslu.

Eitt reiðarí, sum hevur høvuðsstøð í Teivan, eigur Ever Forward og Ever Given.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881