Fólkaflokkurin fær nýggjan formann í dag

Fólkaflokkurin fær nýggjan formann í dag
Floksstjórnin hevur fund í dag, og landsfundur verður í morgin
Jørgen Niclasen í Tinganesi, tá hann legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Uni Rasmussen tók við. Í dag skal leiðslan í Fólkaflokkinum velja nýggjan formann fyri Jørgen Niclasen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2022 - 07:55

Fólkaflokkurin skal seinni í dag velja nýtt oddafólk, og skal í kvøld hava eitt ella tvey uppskot klár til floksstjórnina at taka støðu til.  

Einki evstamark er fyri, nær floksstjórnin skal hava uppskotini í hendi, og valevnini kunnu sostatt bíða til sjálvan fundin at boða frá, at tey hava fingið neyðugu undirskriftirnar til at stilla upp.  

Fyri at stilla upp krevst, at valevni hevur fýra undirskriftir frá ting- ella landsstýrisfólkunum hjá flokkinum.  

Floksstjórnin hevur møguleika at vraka tað uppskotið og biðja um nýtt uppskot frá politisku umboðunum.  

Í floksstjórnini eru tey átta tingfólkini, tey trý landsstýrisfólkini og tvey umboð fyri hvørt av teimum átta valfeløgunum. Tilsamans 27 fólk.  

Fyrsti arbeiðsdagurin hjá nýggja formanninum verður í morgin, tá flokkurin hevur landsfund í Vestmanna. Fundurin byrjar klokkan eitt.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011