Breddin: Formansval og heildarætlan um rúsevnismisnýtslu

Breddin: Formansval og heildarætlan um rúsevnismisnýtslu
Eygleiðarar viðgera formansvalið í Fólkaflokkinum, og løgmaður hevur fingið heildarætlan um rúsevnismisnýtslu
Hesi trý eru millum tey 27 í leiðsluni hjá Fólkaflokkinum, sum skal velja nýggjan formann fyri Jørgen Niclasen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2022 - 08:29

Hvør verður nýggjur formaður í Fólkaflokkinum?

Spurningurin er framvegis ósvaraður. Einki valevni hevur alment bjóðað seg fram, hóast flokkurin hevur landsfund um vikuskiftið, har nýggjur formaður skal veljast fyri Jørgen Niclasen. 

Eygleiðarar viðgera støðuna.

Besti hátturin at tálma rúsevnismisnýtslu er at leggja dent á fyribyrging í breiðari merking. Og lykilin til fyribyrgingina er góður trivnaður, longu í barnaárum.

Tað er niðurstøðan í nýggjari heildarætlan um rúsevnismisnýtslu, sum varð handað løgmanni í morgun. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325