ES útflutt vápn til Russlands hóast vápnastongsil

bannari
ES útflutt vápn til Russlands hóast vápnastongsil
Frakland, Týskland og Itala hava verið størstu útflytarar av vápnum til Russlands, síðani russar løgdu Krim undir seg í 2014
Umleið tríggjar milliónir fólk eru flýdd úr Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði 24. februar. Spurningurin er, um vápnini, sum russar brúka í Ukraina, eisini eru vápn, sum ES-lond hava útflutt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.03.2022 - 09:29

ES-lond hava útflutt vápn og hernaðarútgerð fyri milliardir av krónum til Russlands síðani 2014, hóast vápnastongsil var settur í gildi tað árið.

Millum 2015 og 2020 vóru flogfør, rakettir, torpedoir og bumbur útfluttar úr ES til Russlands fyri í minsta lagi 2,5 milliardir krónur, sambært Investigate Europe, sum er eitt netverk av gravandi journalistum.

Tølini eru fingin til vega frá almennu hagtølunum hjá ES-londunum fyri útflutning, og tey avdúka, at stór hol eru í vápnastongslinum, sum var settur í gildi, eftir at Russland hertók Krim-hálvoynna í Ukraina í 2014.

Vera helst brúkt í Ukraina

Nøkur av vápnunum, sum vóru útflutt, brúka russiskar herdeildirnar helst nú í innrásini í Ukraina, sigur netverkið.

Frakland, Týskland og Itala vóru størstu útflytarar av vápnum hesi árini, men - lagnunnar speisemi - vísa tølini eisini,  at Ukraina var eisini stórur útflytari av vápnum til Russlands.

Eysturríki, Finnland, Spania, Slovakia, Kekkia, Kroatia og Bulgaria útfluttu eisini vápn og hernaðarútgerð til Russlands, men í minni mun, vísa hagtølini, sambært NTB.

 

SÍ videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá álopi á næststørsta býin í Ukraina, Kharkiv, í gjár: 

 

KHARKIV_TIL_NET

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961