Nýggja mánarakettin hjá NASA víst fram

Nýggja mánarakettin hjá NASA víst fram
SLS kallast nýggja mánarakettin hjá NASA, sum verður klár at senda eitt rúmdarfar kring mánan innanfyri næstu mánaðirnar
120 metrar høg er hon, nýggja mánarakettin hjá NASA, SLS Moon, sum varð víst fram fyri fyrstu ferð í dag
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.03.2022 - 13:13

Amerikanska rúmdarfelagsskapurin NASA hevur fyri fyrstu ferð vístu nýggju rúmdarrakettina, SLS Moon, fram. 

Farið varð ført til pallin í Kennedy rúmdarmiðstøðini  í Florida í samabandi við eini royndarniðurteljing.

Um alt gongur sum ætlað, verður rakettin klár at senda eitt ómannað royndarhylki runt mánan innanfyri næstu mánaðirnir.

Vónin er eisini, at nýggja mánarakettin eisini kann føra fólk til mánan í hesum áratíggju.

Rakettin er risastór. Hon er 120 metrar høg og vigar 5000 tons.

Rakettin er máttmiklari enn Appollo Saturn-rakettin, sum varð nýtt seint í 1960inum og fyrst í 1970inum at føra fólk og útgerð til mánan. 

Rakettin fer at hava neyðugu orkuna til at flyta nógva útgerð og vørur soleiðis at manningin kann vera vekk í longri tíðarskeið.

Hetta er fyrstu ferð, at tað er gjørligt at síggja nýggju rakettina í heilum líki, eisini hjá teimum, ið hava bygt ymisku lutirnar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189