58 tilmæli um átøk móti rúsevnismisnýtslu

58 tilmæli um átøk móti rúsevnismisnýtslu
Løgmaður fekk fyrrapartin handað heildarætlan um at tálma og fyribyrgja rúsevnismisnýtslu
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, forkvinna í arbeiðsbólkinum, handaði fyrrapartin løgmanni heildarætlan móti rúsevnismisnýtslu.
 
18.03.2022 - 13:23

Í dag varð heildarætlan móti rúsevnismisnýtslu í Føroyum handað løgmanni.

- Vit hava tilboð til rúsevnismisnýtarar í Føroyum, men vit duga ov illa at arbeiða tvørtur um fakbólkar og geirar. Tí er eitt av tilmælunum í heildarætlanini at arbeiða meira tvørgeiraligt.

Tað sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni og forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum hevur latið heildarætlanina úr hondum.

Hon var gestur í Breddanum fyrr í dag:

 

1516069

 

58 tilmæli eru í heildarætlanini, og tey snúgva seg um at endurskoða tænastur og stovnar, trivnað, foreldraleiklutir og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit, og vitanargrundarlag, eisini hagtøl, kanningar, skráseting og gransking.

Nøkur av tilmælunum skulu setast í verk longu í ár, onnur næstu árini fram til 2028.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at heildarætlanin fevnir breitt:

 

1516034

 

Nógv uppskot um átøk eru í heildarætlanini, og nøkur skulu setast í verk longu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523