Takplátur rivu í nógva vindinum

Takplátur rivu í nógva vindinum
Tað var nógvur vindur í gjár og í nátt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2022 - 13:43

Tað hevði við sær, at nakrar takplátur rivu av í bæði Leirvík og Svínoy.

Og á Hamrinum á Argjum fór eisini ymiskt byggitilfar, sum ikki var nóg væl tryggjað.

Bussar steðgaðu

Á Hvalvíksoyruni var ein bussur hjá Bygdaleiðum tikin av vindi seinnapartin í gjár og fór út av.

Einki fólk var í bussinum, og bussførarin fekk heldur ongan skaða.

Tað gekk væl at fáa bussin upp aftur á vegin.

Í Vágatunlinum steðgaði ein annar bussur hjá bygdaleiðum í tunlinum.

Ferðafólk vildu ikki koyra víðari í bussinum í nógva vindinum, og tey fóru víðari í smærri akførum.

Politiið tók bilførara

Politiið tók eisini ein bilførara í nátt fyri at koyra við kenning.

Hann hevði heldur ikki koyrikort, so tað verður hann skuldsettur fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687