Breddin: Foreldramyndugleiki og bygnaðurin í SEV

Breddin: Foreldramyndugleiki og bygnaðurin í SEV
Tvey evni eru í sendingini í dag
Umboð fyri landsstýrið, Kommunufelagið og SEV skrivaðu undir semjuskjalið í gjár. Semjan verður viðgjørd í Breddanum í dag.
Mynd: Kommunufelagið  
 
23.03.2022 - 09:11

Foreldramyndugleiki, rætturin hjá børnum til foreldur, ella páparættindi.

Uppskotið um broytingar í foreldramyndugleikalógini skal nú viðgerast í trivnaðarnevndini.

Uppskotið festi veruliga í kjakið í tinginum í gjár, tá tað var til fyrstu viðgerð. 

Hvat snýr uppskotið seg um? 

Landsstýrismaðurin greiðir okkum frá tí, og so vera limir í trivnaðarnevndini í útvarpsstovuni og kjakast um uppskotið, sum helst verður munandi broytt, áðrenn tað kemur aftur í tingið.

 

Bygnaðurin í SEV

Bygnaðurin í SEV er nú lagdur í fasta legu, eftir at nógv hevur verið tosað um, hvussu SEV skal skipast frameftir.

SEV og landsstýrismaðurin í orkumálum eru væl nøgd.

Men hvat siga kappingarneytarnir hjá SEV á vindorkuøkinum til nýggju avtaluna millum landið og SEV, og hvat hendi við upprunaligu ætlanunum hjá samgonguni við SEV?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204