Fýra grundstykki í Vatnsoyrum hóast mótmæli

Fýra grundstykki í Vatnsoyrum hóast mótmæli
Hóast mótmæli komu, hevur býráðið í Vága kommunu samtykt at broyta byggisamtyktina fyri ein part av Vatnsoyrum
Vatnsoyrar úr erva.
 
26.03.2022 - 14:57

Hóast mótmæli komu, hevur býráðið í Vága kommunu samtykt at broyta byggisamtyktina fyri  ein part av Vatnsoyrum..

Festarin á Norðaraleiti mótmælti, og Búnaðarstovan tók undir við honum.

Ætlanin er at fáa fýra grundstykki til sethús í Vatnsoyrum, og tey skulu vera á lendinum hjá festaranum.

Bjarni Prior, borgarstjóri, sigur, at fólk, sum eru ættað úr Vatnsoyrum, eru á bíðilista eftir at sleppa at byggja í Vatnsoyrum, men har eru eingi stykki sum er.

Neyðugt var at broyta byggisamtyktina fyri at kunnu byggja bústaðir í Vatnsoyrum.

Tvey mótmæli

Tá broytingin lá frammi, komu tvey mótmæli.

Men týsdagin samtykti býráðið at halda fast við broytingina í byggisamtykini.

Broytingin verður nú send Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Magnus Rasmussen. 

Hann tekur síðani avgerðina um broytingina.

Bjarni Prior sigur, at 40 ár eru liðin, síðani sethús seinast var bygt í Vatnsoyrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533