Vænta nakað av útróðri hesa vikuna

Vænta nakað av útróðri hesa vikuna
Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur
Skálafossur er ein av trolbátunum. Í løtuni eru fimm trolbátar til fiskiskap.
 
28.03.2022 - 09:36

Trý stór ísfiskaskip og eitt minni eru úti. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Okkurt fer væntandi avstað í næstum. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.

Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður hampiligt. Fiskamarknaður Føroya roknar tí við nakað av útróðri hesa vikuna.

Annar djúpvatnstrolarin er á svartkalvaveiðu, hin liggur við bryggju

 

Seks pør til fiskiskap

Hjá partrolarunum eru seks pør til fiskiskap. Fiskiskapurin er misjavnur, tó er okkurt brúkiligt hál inn ímillum. 

Fimm trolbátar eru til fiskiskap. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tvey fiska havtasku, annað hevur brúkiligan fiskiskap, meðan hitt fer at draga fyrstu ferð í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040