Færri próvtøkur í 9. og 10. flokki

Færri próvtøkur í 9. og 10. flokki
Koronufarsóttin hevur við sær, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur gjørt tillagingar í próvtøkunum í ár
Jenis av Rana er landsstýrismaður í skúlamálum.
 
28.03.2022 - 10:16

Skúlagongdin í nógvum fólkaskúlum hevur í hesum skúlaári verið merkt av koronu farsóttini. Landsstýrismaðurin i skúlamálum, Jenis av Rana, hevur tí gjørt av gera tillagingar í próvtøkunum í 9. og 10. flokki í hesum skúlaárinum.

Tillagingarnar eru, at næmingarnir hava færri skrivligar próvtøkur bæði í 9. og 10. flokki.

Eingin skrivlig próvtøka verður í enskum fyri næmingar í 9. flokki, men ársmetið í enskum telur sum próvtøkumet. Eingin skrivlig  próvtøka verður í donskum fyri næmingar í 10. flokki, men ársmetið í donskum telur sum próvtøkumet. 

 

Landsroyndirnar útsettar til í heyst

Næmingarnir í 9. og 10. flokki hava eisini eina munnliga próvtøku færri bæði í 9. og 10. flokki.

Umframt hesar tillagingar, er freistin at geva ársmet longd til 18. mai.

Landsroyndirnar verða útsettar til eftir summarsteðgin, so skúlarnir fáa møguleika at brúka restina av skúlaárinum til at gjøgnumføra kravdu undirvísingina, sum er grundarlag undir royndunum. 

Landsroyndirnar verða í staðin í september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815