Russiskt dagblað gevst við útgávuni fyribils

bannari
Russiskt dagblað gevst við útgávuni fyribils
Novaya Gazete hevur fingið fleiri ávaringar frá myndugleikunum, sum hava sett miðlum forboð fyri at umrøða kríggið í Ukraina sum kríggj, í staðin fyri hernaðarligt átak
Russisku myndugleikarnir vilja ikki hava, at russisku miðlarnir umrøða kríggið í Ukraina sum kríggj, men sum eitt hernaðarligt átak.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2022 - 15:58

Óhefta russiska dagblaðið, Novaya Gazete, gevst at koma út, til "serliga hernaðarátakið" í Ukraina er liðugt. 

Tað skrivar miðilin á heimasíðuni. 

- Vit hava fingið enn eina ávaring frá myndugleikunum. Tí hava vit avgjørt at steðga útgávuni av blaðnum, til "serliga hernaðarátakið í Ukraina" er liðugt, skrivar miðilin.  

Síðani kríggið í Ukraina byrjaði, hava russiskir myndugleikar sett miðlum í landinum forboð at umrøða kríggið sum eitt kríggj. Tað skal heldur eita eitt "serligt hernaðarátak". 

 

Friðarheiðursløn á uppboðssølu

Í desember í fjør fekk dagblaðið, Novaya Gazete, og ábyrgdarblaðstjórin har, Dmitry Muratov, friðarheiðursløn Nobels. 

Hann fekk friðarheiðurslønina saman við Mariu Ressa úr Filipsoyggjunum fyri sítt áhaldandi stríð  at verja talu- og skrivifrælsi. 

Fyri fáum døgum síðani setti russiski ábyrgdarblaðstjórin sína heiðursløn á uppboðssølu til frama fyri ukrainsk flóttafólk. 

 

Blaðstjórin á Novaya Gazete, Dmitry Muratov, hevur sett friðarheiðurslønina, sum hann fekk, til sølu, og peningurin skal brúkast at hjálpa flóttafólki úr Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290